Vert Sp/F

Privatlívspolitikkur

Her greiða vit frá, hvørjar persónupplýsingar Vert viðger, tá ið tú brúkar vert.fo, bókar ein bústað, skrivar teg á bíðilistan ella setur teg í samband við okkum, og hvørji rættindi tú hevur.

Seinast dagført 2. oktober 2026

1. Hvør hevur ábyrgdina

Vert Sp/F (V-tal 658340), Á Hjalla 7B, 188 Hoyvík, hevur ábyrgdina av viðgerðini av tínum persónupplýsingum. Tú kanst altíð skriva til okkara á vert@vert.fo ella ringja á +298 205050.

Vit fylgja løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógini) og, har hon er galdandi, dátuverndarreglugerð ES (GDPR).

2. Tá ið tú bókar ein bústað

Tá ið tú bókar beinleiðis á vert.fo, skrivar tú tínar upplýsingar inn í trygga bókingarskipan okkara (Beds24). Vit viðgera navn, teldupost, telefonnummar, land, væntaða komutíð, boð til okkara og upplýsingar um sjálva bókingina, t.d. dagar, gestatal og prís.

Kortupplýsingarnar verða goymdar í Beds24, sum lýkur trygdarkrøvini hjá kortvinnuni (PCI DSS). Heimasíðan hjá Vert sær ongantíð kortnummarið.

Vit brúka upplýsingarnar til at avgreiða bókingina, senda tær váttan og upplýsingar um komu og lykil, taka ímóti gjaldi og hjálpa tær undir uppihaldinum. Grundarlagið er sáttmálin um leigumálið.

Bókar tú umvegis Airbnb, Booking.com, Expedia ella aðrar bókingarsíður, fáa vit frá teimum tær upplýsingar, sum vit hava tørv á til uppihaldið. Bókingarsíðurnar viðgera tínar upplýsingar eftir sínum egna privatlívspolitikki.

Biður tú um eina bólkabóking, viðgera vit navn, teldupost, telefonnummar, felag ella fyritøku, dagar, fólkatal, bústaðirnar, tú hevur valt, og boðini til okkara. Vit brúka tær til at gera tær eitt tilboð og seta okkum í samband við teg. Grundarlagið er títt samtykki og ynski títt um ein leigusáttmála.

3. Bíðilisti, langtíðarleiga og skaðafráboðan

Skrivar tú teg á bíðilistan ella vísir tú áhuga fyri einum leigubústaði, viðgera vit navn, teldupost, telefonnummar og tað, sum tú sigur okkum um tíni ynski, t.d. slag av bústaði, stað, leigu, fólkatal, húsdjór og arbeiði ella lestur.

Vit brúka upplýsingarnar bert til at finna ein hóskandi bústað til tín og til at seta okkum í samband við teg. Grundarlagið er títt samtykki. Upplýsingarnar verða goymdar í upp til 6 mánaðir, og tú kanst til eina og hvørja tíð taka samtykkið aftur.

Fráboðar tú ein skaða í leigubústaðnum, viðgera vit navn, sambandsupplýsingar, adressu, lýsingina og myndirnar, sum tú sendir. Tað gera vit fyri at fáa skaðan í rættlag og røkja bústaðin, sum leigusáttmálin sigur.

4. Eigarar, ið biðja um meting ella skráseta ogn sína

Skrásetur tú ogn tína hjá okkum, viðgera vit navn, sambandsupplýsingar, adressu og upplýsingar um ognina, herímillum upplýsingar um atgongd (t.d. lyklaboks og Wi-Fi). Bankaupplýsingar til útgjald fáa vit fyrst, tá ið umsitingaravtalan verður gjørd. Vit brúka upplýsingarnar til at gera og halda umsitingaravtaluna og til at leiga ognina út.

Formurin goymir eitt uppkast í tínum egna kaga, so tú kanst halda fram seinni. Uppkastið verður ikki sent okkum, fyrr enn tú sendir formin.

Biður tú um eina óbindandi meting á eigarasíðuni, viðgera vit navn, telefonnummar, teldupost og tað, tú skrivar um ognina, og brúka upplýsingarnar til at seta okkum í samband við teg um metingina. Navn, telefonnummar, teldupostur, staður og slag av ogn verða eisini goymd sum uppkast til skrásetingina í tínum egna kaga.

5. Tá ið tú setur teg í samband við okkum

Skrivar ella ringir tú til okkara, viðgera vit tær upplýsingar, sum tú gevur okkum, fyri at kunna svara tær.

Sendir tú okkum eina umsókn um starv (hr@vert.fo), viðgera vit hana bert í sambandi við setanina, og vit goyma hana ikki longur enn neyðugt.

6. Heimasíðan og tín kagi

Vit brúka ikki cookies til at fylgja tær, og vit brúka ongi lýsingarnet. Fyri at vita, hvørjar síður verða lisnar, telja vit vitjanir við Vercel Web Analytics, og við Vercel Speed Insights máta vit, hvussu skjótt síðan letur upp. Hvørgin brúkar cookies, og tey goyma ikki IP-adressuna hjá tær og kenna teg ikki aftur frá einum degi til annan.

Heimasíðan goymir nakrar fáar upplýsingar í tínum egna kaga: hvørjar kampanjur tú hevur latið aftur, bústaðirnar, tú hevur lagt í eina bólkabóking, og uppkastið til skrásetingarformin við einum tilvildarligum nummari. Nummarið ger, at vit kunnu síggja, á hvørjum stigi fólk gevast, uttan at vita, hvør tú ert.

Nakrir partar av síðuni verða heintaðir frá øðrum: kortini frá OpenFreeMap og bókingarformurin frá Beds24, sum setur sína egnu cookie, meðan tú bókar. Hesir veitarar síggja IP-adressuna hjá tær, sum vanligt er á netinum.

Hýsingarveitarin hjá okkum (Vercel) skrásetur í stutta tíð tekniskar upplýsingar, t.d. IP-adressu, tíðspunkt og hvørja síðu tú biður um, av rakstrar- og trygdarávum.

7. Hvør fær upplýsingarnar

Vit selja ongantíð persónupplýsingar. Vit lata bert upplýsingar víðari, tá ið tað er neyðugt:

  • Beds24 og Godo, sum veita bókingarskipanina og sambandið við bókingarsíðurnar
  • eigaranum av bústaðnum, sum fær tær upplýsingar um bókingina, ið neyðugar eru
  • Resend, sum sendir teldupostin frá formunum á síðuni
  • Vercel, sum hýsir heimasíðuna
  • bókhaldi, grannskoðara og myndugleikum, tá ið lógin krevur tað

8. Flyting til onnur lond

Summir veitarar, t.d. Vercel og Resend, hava høvuðssæti í USA. Tá ið upplýsingar verða fluttar úr Føroyum og ES, verður tað gjørt við heimild í dátuverndarlógini, t.d. við standardsáttmálum hjá ES.

9. Hvussu leingi vit goyma upplýsingarnar

Vit goyma ikki upplýsingar longur enn neyðugt:

  • bókingar: so leingi sum bókhaldslógin krevur
  • bíðilisti og áhugi fyri leigubústøðum: í upp til 6 mánaðir
  • skaðafráboðanir: so leingi sum málið og leigumálið krevja
  • eigarar: meðan samstarvið varir, og síðan so leingi sum bókhaldslógin krevur
  • teldupostur og fyrispurningar: so leingi sum neyðugt er fyri at avgreiða málið

10. Tíni rættindi

Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit hava um teg, og at fáa skeivar upplýsingar rættaðar. Tú kanst eisini biðja okkum strika upplýsingar, avmarka viðgerðina ella mótmæla henni, og tú kanst fáa upplýsingarnar, sum tú hevur givið okkum, í einum vanligum sniði.

Hevur tú givið samtykki, kanst tú altíð taka tað aftur. Tað ávirkar ikki ta viðgerð, sum fór fram, áðrenn tú tókst tað aftur.

Skriva til vert@vert.fo. Vit svara so skjótt sum gjørligt og í seinasta lagi innan ein mánað.

11. Kæra

Ert tú ónøgd/ur við, hvussu vit viðgera tínar upplýsingar, kanst tú kæra til Dátueftirlitið, Heiðavegur 25, 600 Saltangará (dat.fo). Vit vildu tó sett stóran prís upp á, at tú fyrst setur teg í samband við okkum, so vit kunnu royna at loysa málið.

12. Broytingar

Vit kunnu dagføra henda privatlívspolitikkin, t.d. tá ið vit broyta tænastur ella veitarar. Nýggjasta útgávan er altíð her, og dagfestingin omanfyri vísir, nær politikkurin seinast varð broyttur.