Hvat kostar tað?
Vanliga samsýningin er 25 %, ella 20 %, um tú hevur fleiri ognir hjá Vert. Kemur bíleggingin gjøgnum ein portal sum Airbnb, Booking.com ella Expedia, verður portalgjaldið trekt frá fyrst, og síðan taka vit okkara samsýning av tí, sum er eftir. Reingerð og seingjarklæði verða roknað aftrat. Vit fara ígjøgnum allar útreiðslur, eisini viðlíkahald, við tær, áðrenn samstarvið byrjar, og alt verður greitt lýst í avtaluni.
Er metingin bindandi?
Nei. Hvørki metingin ella skrásetingin á netinum er bindandi. Vit hyggja at ognini og geva tær eitt uppskot, og so avgert tú, um tú vilt halda fram.
Kann eg framvegis brúka ognina?
Ja. Vit avtala, hvussu tíni egnu uppihald verða skrásett í kalendaranum, so tey verða samskipað við bíleggingarnar.
Skal alt vera klárt, áðrenn vit byrja?
Nei. Á vitjanini fáa vit saman greiðu á, hvat skal gerast, og hvør tekur sær av hvørjari uppgávu.
Hvussu skjótt kunnu vit byrja?
Tað veldst um stand, útgerð og klárgering. Vit leggja tíðarætlanina saman við tær og avtala, nær latið verður upp fyri bíleggingum.
Hvussu verða prísirnir ásettir?
Ynskir tú tað, brúka vit klóka prísáseting, sum dagførir prísin hvønn dag eftir árstíð, vikudegi, halgidøgum og hvussu nógv longu er bílagt. Undir stórum tiltøkum sum Ólavsøku seta vit prísin sjálv upp. Vit fylgja altíð sjálv við og tillaga prísin, tá ið tað er neyðugt. Tú kanst altíð áseta ein minsta prís.
Hvar verður ognin lýst?
Á vert.fo og vanliga á Airbnb, Booking.com, Expedia, Hotels.com, Vrbo og fleiri øðrum bíleggingarsíðum. Gjøgnum tær sæst ognin eisini á príssamanberingarsíðum sum Trivago. Ein felags kalendari heldur alt dagført.
Nær fái eg pening?
Tú fært eina greiða uppgerð, og leigan verður avroknað tann 10. í mánaðinum eftir.