Nýtt: bústaðir til leigu í longri tíð. Skriva teg á bíðilistan og fá boð fyrst.Bíðilistin

Um Vert

At gera tað lætt at finna ein góðan frítíðarbústað í Føroyum.

Vert varð sett á stovn við einum einfaldum endamáli. Vit hava ferðast kring oyggjarnar og við nærlagni valt út bústaðir til ein og hvønn tørv.

bústaðir kring Føroyar
160+
gestir seinastu 12 mánaðirnar
14.000+
á Google
4,7 / 5
Søgan

Frá Ognartænastuni til Vert

Vert byrjaði í 2018 undir navninum Ognartænastan. Síðan er felagið vaksið stig fyri stig, í høvuðsheitum við viðmælum frá eigarum, sum vit longu umsita ognir fyri. Í dag eru vit størsti veitarin av frítíðarbústøðum í Føroyum, við egnum vaskifólki, egnum húsavørði og einum toymi, sum er her, har bústaðirnir eru.

  1. 2018Ognartænastan byrjar at leiga út
  2. SíðanFelagið veksur við viðmælum frá eigarum og verður til Vert
  3. Í dag160+ bústaðir kring Føroyar
Hvat vit gera

Alt kring uppihaldið, frá bóking til reingerð.

  • Bókingar á øllum rásum

    Bústaðirnir eru á vert.fo, Airbnb, Booking.com, Expedia, Hotels.com, Vrbo og øðrum rásum. Ein felags kalendari heldur alt dagført.

  • Tøk alt samdøgrið

    Vit samskifta við gestin áðrenn komu, hjálpa honum at koma inn, og gestir hava eina neyðlinju, sum er opin alt samdøgrið.

  • Egið vaskifólk

    Vit vaska eftir hvørt uppihald og taka okkum av seingjarklæðum og handklæðum, so bústaðurin er klárur til næsta gest.

  • Egin húsavørður

    Hendir okkurt praktiskt, hava vit fólk í Føroyum, sum kunnu koma skjótt og loysa tað.

  • Langtíðarleiga

    Vit leiga eisini bústaðir út í longri tíð, bæði møbleraðar í nakrar mánaðir og til fastar leigarar.

    Sí langtíðarleigu
  • Umsiting fyri eigarar

    Vit leiga út og umsita summarhús, íbúðir og hús fyri eigarar kring alt landið.

    Útleiga tína ogn

Vert eigur eisini meirilutan í Reingerð.fo, sum ger vinnuligar og privatar reingerðir.

Fyri eigarar

Vaksin við viðmælum

Vert er í høvuðsheitum vaksið við viðmælum frá eigarum, sum vit longu umsita ognir fyri. Eigur tú eitt summarhús, eina íbúð ella eini hús, kunnu vit taka okkum av gestunum og ognini fyri teg.

Fá eina óbindandi meting Les meira fyri eigarar

Hví eita vit Vert?

Á føroyskum merkir vert innivist. Ein vertur er tann, sum tekur ímóti gestum. Og tað, sum er vert, hevur virði. Vit ynskja, at uppihaldið hjá gestunum verður gull vert.

Toymið

Møt teimum, sum reka Vert.

  • Tróndur Kollsker

    Stjóri

  • Kára Mohr

    Kundatænasta og fyrisiting

  • Marita Thorsteinsson

    Kundatænasta

  • Teitur Kollsker

    Húsavørður

  • Malak Messaadi

    Kundatænasta & KT

  • Julianna Tórunnardóttir

    Stjóri - Reingerð.fo

  • Viktoria Thomasen

    Kundatænasta

  • Krista Johansen

    Kundatænasta

Gott at vita

Spurningar, gestir ofta seta okkum

Hvar eru tit?

Skrivstovan er á Hjalla 7B, 188 Hoyvík. Bústaðirnir eru kring oyggjarnar, bæði í bygd og bý.

Hvussu komi eg inn í bústaðin?

Áðrenn tú kemur, senda vit tær boð um, hvussu tú kemst inn. Hevur tú spurningar, kanst tú altíð seta teg í samband við okkum.

Hvat geri eg, um okkurt er galið undir uppihaldinum?

Ring til okkara á +298 205050. Gestir hava eina neyðlinju, sum er opin alt samdøgrið, og vit hava egnan húsavørð, sum kann koma út, um tørvur er á tí.

Eru seingjarklæði og handklæði við?

Ja. Vit vaska eftir hvørt uppihald og reiða upp, so seingjarklæði og handklæði eru klár, tá ið tú kemur.

Kann eg avlýsa bókingina?

Tað veldst um prísin, tú velur. Treytirnar standa í navninum á prísinum, t.d. „Standard – 14 days“, sum kann avlýsast ókeypis fram til 14 dagar áðrenn komu, ella „Non-refundable“, sum ikki verður goldin aftur. Les bókingartreytirnar

Kann eg bóka beinleiðis hjá Vert?

Ja, á vert.fo. Somu bústaðir eru eisini á Airbnb, Booking.com og øðrum rásum, men bókar tú beinleiðis, ert tú í beinleiðis sambandi við okkum frá byrjan.

Vit eru ein stórur bólkur. Kunnu tit hjálpa?

Ja. Vit hava bústaðir í ymiskum støddum og kunnu hjálpa tykkum at finna fleiri bústaðir til sama bólk. Ring ella skriva til okkara.

Eg eigi ein bústað. Kunnu tit leiga hann út?

Ja. Á eigarasíðuni sært tú, hvat vit gera, og hvat tað kostar, og har kanst tú biðja um eina óbindandi meting. Til eigarasíðuna

Arbeið hjá okkum

Vit eru altíð áhugað í at frætta frá fólki, sum vilja arbeiða ella læra hjá okkum. Send eina sjálvboðna umsókn og greið eitt sindur frá um teg sjálva/n, og hvat tú hevur hug at arbeiða við.

Send umsókn: hr@vert.fo

Samband

Vit svara mánadag til fríggjadag kl. 9–17 og um vikuskifti og halgidagar kl. 10–14. Gestir, sum búgva hjá okkum, hava eina neyðlinju, sum er opin alt samdøgrið.

Vert Sp/F · Á Hjalla 7B, 188 Hoyvík
V-tal 658340

Sí allar bústaðirnar