Gerst partur av Vert

Hjá okkum verður tú partur av einum arbeiðsplássi, har vit saman skapa rúm fyri góðum upplivingum

Tøk størv

Tá ið vit hava tøk størv ella lærupláss, eru tey at finna niðanfyri.

í løtuni leita vit eftir arbeiðsforkvinnu/-manni og reingerðarfólkum til fulltíðar størv. Les meira niðanfyri.

Sjálvboðin umsókn

Vit eru altíð áhugaði í at frætta frá fólki, sum eru áhugaði í at arbeiða ella læra hjá okkum.

Leitar tú eftir einum starvi ella læruplássi, so ert tú vælkomin at senda okkum eina sjálvbonda umsókn á hr@vert.fo, har tú greiðir eitt sindur frá um teg sjálva/n, og hvørjum tú ert áhugað/ur í at arbeiða við.

Størv innan reingerð

Arbeiðsforkvinna/-maður og reingerðarfólk til fulltíðarstørv

Trívist tú við einum arbeiðsdegi, har tú kemur runt á ymisk støð og fær fjølbroyttar reingerðaruppgávur? Vit leita eftir ábyrgdarfullum og nærløgdum reingerðarfólkum til reingerð av privatum ognum, summarhúsum og øðrum bygningum kring alt landið.

Vit bjóða eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv við góðum starvsfelagum, góðum arbeiðsumstøðum og møguleika fyri menning.

Arbeiðsuppgávur hjá arbeiðsforkvinnu/-manni

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um:

• Reingerð av ymsum ognum, t.d. privat hús, íbúðir, summarhús og vinnubygningar.

• Upplæring av starvsfólkum.

• Eftirlit av reingerðum, so vit tryggja góðsku og eitt høgt støði innan reinførið.

• Við tíðini er møguleiki fyri at fáa fleiri samskipandi uppgávur, m.a. í samband við arbeiðsætlan.

Krøv til umsøkjarar:

Tær dámar væl at gera reint, tú ert fyrikomandi og hevur eitt skipað arbeiðslag. Tú skilur týdningin av at fylgja mannagongdum og strembar eftir at veita ta best møguligu tænastuna til gestir og viðskiftafólk.

Tað er krav, at tú hevur koyrikort. Harumframt er fyrimunur, um tú hevur viðkomandi royndir, grundleggjandi telduførleikar og er áhugað/ur í at læra at nýta tøkni.

Arbeiðsuppgávur hjá reingerðarfólkum

Arbeiðsuppgávurnar fevna um:

• Reingerð av ymsum ognum, t.d. privat hús, íbúðir, summarhús og vinnubygningar.

• Arbeiða sambært okkara góðskukrøvum og tryggja eitt høgt støði innan reinførið.

Krøv til umsøkjarar:

Tær dámar væl at gera reint, tú ert fyrikomandi og hevur eitt skipað arbeiðslag. Tú skilur týdningin av at fylgja mannagongdum og strembar eftir at veita ta best møguligu tænastuna til gestir og viðskiftafólk.

Tað er krav, at tú hevur koyrikort.

Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstørv. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Høvuðsskrivstovan er á Hjalla 7B í Hoyvík.

Umsókn og freist

Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda eina umsókn á hr@vert.fo ella ringja á tlf. 229961.

Samrøður verða hildnar leypandi, og tískil er tað eitt gott hugskot at søkja skjótast gjørligt.

Freistin at søkja er 6. september.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Juliannu Tórunardóttir, reingerðarleiðara, á tlf. 229961.

Um Vert

Vit eru ein av fremstu aktørunum á føroyska gistingarmarknaðinum við virksemi innan bæði lang- og stuttíðarleigu. Í 2025 tóku vit ímóti áleið 17.000 gestum í teimum yvir 200 summarhúsunum og íbúðunum, sum vit umsita.

Partur av virkseminum er eisini dótturfelagið Reingerð.fo, ið bjóðar reingerð til privat og vinnuligt virksemi.

Fyritøkurnar eru í støðugum vøkstri, og vit arbeiða miðvíst við at menna tænastur og skapa góðar upplivingar fyri okkara gestir og viðskiftafólk. Vit leggja dent á opinleika í samstarvi, álítandi tænastu og nýhugsandi loysnir.