Job

Arbejd hos Vert

Vi er et lille hold, der tager sig af gæster og boliger over hele Færøerne. Her er de stillinger, vi søger folk til lige nu – og vil du gerne arbejde hos os uden at se en stilling, der passer, så send en uopfordret ansøgning.

Ledige stillinger

Vit søkja reingerðarfólk til privat heim og ferðabústaðir

Sted
Tórshavn
Type
Timeløn
Start
Skjótast gjørligt
Ansøgningsfrist
10. december 2026

Vert og Reingerð.fo hava vaksandi eftirspurning eftir tænastum sínum. Tí søkja vit eitt álítandi og nærlagt starvsfólk til reingerð í privatum heimum og til at gera ferðabústaðir klárar til gestir.

Starvið er fast við skiftandi arbeiðstíðum, vanliga 25–40 tímar um vikuna og við møguleika fyri fleiri tímum í háárstíðini. Uppgávurnar eru kring stóran part av landinum, og tí er koyrikort ein treyt.

Høvuðsuppgávur

Reingerð í privatum heimum eftir fastari avtalu, bæði einsæris og saman við starvsfeløgum. Klárgerð av ferðabústøðum til næstu gestir, m.a. skifti av seingjarklæðum. Koyring millum arbeiðsstøðini, mest í Streymoy, Eysturoy og Vágum. Tryggja høga góðsku, so kundar og gestir altíð koma til eitt reint og innbjóðandi heim.

Vit vænta, at tú

hevur koyrikort til persónbil (bólkur B) tosar í minsta lagi enskt ella danskt; føroyskt er ein fyrimunur møtir til tíðina, ert skipað/ur og arbeiðir sjálvstøðugt hevur eyga fyri smálutum og ert errin av at lata gott arbeiði frá tær ert liðilig/ur, tá arbeiðstíðir og tímatal skifta

Royndir við reingerð eru ein fyrimunur, men eingin treyt. Vit læra teg upp.

Vit bjóða

ein sjálvstøðugan og skipaðan gerandisdag í eini vaksandi fyritøku góða upplæring bil til koyring millum uppgávurnar í arbeiðstíðini alla neyðuga arbeiðsútgerð lønar- og setanartreytir eftir avtalu

Praktiskt Arbeiðsøki: Alt landið, mest Streymoy, Eysturoy og Vágar. Byrjan: Skjótast gjørligt. Umsóknarfreist: 10. desember 2026.

Umsókn Send eina stutta umsókn og lívsrensl til hr@vert.fo. Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Juliannu á tlf. 22 99 61.

Vit viðgera umsóknirnar so hvørt og kunnu seta í starvið, áðrenn freistin er úti.

Søg stillingen

Send ansøgning

Det tager få minutter. Vi svarer alle.

Hvem er du, hvad har du lavet, og hvorfor vil du arbejde hos Vert?
F.eks. LinkedIn eller en hjemmeside
PDF eller Word, højst 3 MB
Læs vores privatlivspolitik ↗